Mentan

Vága kommuna verður við í átakinum Earth Hour

...

2021-03-23 16:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vága kommuna verður við í átakinum Earth Hour, ella á føroyskum Tími jarðarinnar í 2021. Endamálið við átakinum er at varpa ljós á veðurlagsbroytingar og umhvørvi, eitt heimsumfatandi átak, ið byrjaði í 2007, har fleiri býir og kommunur eru við og tað legst afturat á hvørjum ári.

Tað er felagsskapurin WWF, ið stendur aftanfyri tiltakið. Endamálið hjá WWF er, at seta foks á lívmargfeldni, hótt djórasløg og nátturuna sum hvørvur. Earth Hour handlar um meira enn bara at sløkkja ljósið í 1 tíma. Tað handlar um at standa saman um framtíðina.

Í Vága kommunu, fara vit at heita á borgarar í kommununi um at gera tað sama. Sløkki ljósið í 1 tíma, fari út í tún í grannaløgunum, fyll termofløskuna við kaffi, far í eina heita troyggju ella við teppi um herarnar, grønu sangbók, og brúki so løtuna at vera saman, syngi, tosi um umhvørvi og kaga upp í himmalin.

Fyri at varpa eyka nógv ljós á, verður Earth Hours eisini flutt út á alnótina, har málið er at fylla sosialu miðlarnar við myndum frá tiltøkum runt heimin. Ein serstøk video verður somuleiðis almannakunngjørd tað kvøldið. Við at tagga EarthHourOfficial og Vága kommunu á Instagram story við myndum og video ymsastaðni frá í kommununi, kunnu vit gera okkara til at breiða boðskapin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder