2018-05-07 14:00
Vága kommuna skipar fyri Umhvørvisviku týsdag 22. maj til leygardag 26. maj.
Í umhvørvisvikuni fara vit at rudda í nærumhvørvinum og vit fara í felag at seta plantur niður við skúlan á Giljanesi. Eisini verða verkstovur um kompostering og høsnarhald.
Setið kross í kalendaran og fylgið við á heimasíðuni og á facebooksíðuni hjá Vága kommunu, har dagføring viðv. skrá og ymiskari kunning verður gjørd.
(Myndin bleiv tikin í umhvørvisvikuni í 2017, tá starvsfólk og býráðslimir høvdu ruddingardag)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald