2014-04-28 19:27
Vága kommuna hevur sett Lovisu Petersen Glerfoss í starvið sum tekniskur leiðari í Vága kommunu at byrja tann 1. juni 2014.
Lovisa er 35 ára gomul og uppvaksin í Havn. Hon er útbúgvin diplomverkfrøðingur í byggitøkni frá ???Ingeniørhøjskolen Odense Teknikum??? í 2003.Lovisa hevur drúgvar starvsroyndir innan kommunalt virksemi. Í árunum frá 2004 til 2007 starvaðist hon á teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu. Síðan hevur hon starvast í teknisku umsitingini hjá Gribskov kommune í Danmark.
Sí mynd av Lovisu Peteersen Glerfoss niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald