Vinna

Vága Floghavn hevur sett nýggjan stjóra

...

2018-04-01 20:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað eru nú tveir mánaðir síðani freistin til at søkja stjórastarvið hjá Vága Floghavn var úti. Í alt komu 68 umsóknir inn til starvi, 59 menn og 9 kvinnur.

Kitty May Ellefsen nevndarforkvinna váttar fyri jn.fo, at nýggji stjórin til Vága Floghavn er funnin. Eftir drúgva tíð er stjórin endiliga funnin. 

Setanarbólkurin hevur valt at sett Magna Arge sum nýggjan stjóra hjá Vága Floghavn. Valið á Magna Arge er grunda á, at hann kennur væl føroysku flúgvingina. Magni var stjóri hjá Atlantsflogi frá 1995 til 2013.

Magni Arge sigur við jn.fo, at hann hansara drúgva tíð í Atlantic Airways kemur Vága Floghavn til góðar. Magni ætlar sær at menna flúgvingina uppá Føroyar enn meira, og øll feløg ið ætla at flúgva uppá Føroyar skulu kunna brúka RNP skipanina. Magni heldur at vøksturin um Vága Floghavn kann mennast nógv afturat. Eitt nú vit at taka fleiri útlendsk flogfeløg at flúgva uppá Føroyar.

Apríl søga.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder