P/F Vága Floghavn hevði eitt gott úrslit fyri 2017, og hetta fer at koma teimum ferðandi tilgóðar við lægri ferðaavgjaldiP/F Vága Floghavn hevur í dag havt aðalfund.
Árið 2017, sum er 10 ára føðingardagsárið,hilnaðist væl, og felagið hevði eitt yvirskot á 9,1 mió. kr.
Áðrenn P/F Vága Floghavn varð yvirtikið í 2007, gav raksturin hall á hvørjum ári. Árini 1995til 2008 var hallið millum 9 og 14 mió. kr. Staðfestast kann sostatt, at hesi 10 árini sumføroyskt felag og flogvøllur hevur eydnast at venda fíggjarligu gongdini hjá felagnum og atfáa ein sunnan rakstur, soleiðis at felagið hvílir í sær sjálvum fíggjarliga. Samstundis gevurhetta møguleikar fyri at gera íløgur og at menna flogvøllin og flogvinnuna í Føroyum, uttanat neyðugt er við almennum trygdum ella játtanum.
Stóran týdning at hava góð úrslit
Tað hevur stóran týdning fyri P/F Vága Floghavn at hava góð úrslit, tí at krøvini til flogvallir íEuropa verða herd í hesum tíðum. Umframt herd krøv til útbúgving og starvsfólk, eruleypandi krøv til útskifting og uppraðfesting av útgerð. Eisini verða krøvini til tilbúgving ogtrygdarviðurskifti leypandi herd og hetta setur aftur krøv til íløgutørvin.
Lækka ferðaavgjaldið
Góða gongdin hjá P/F Vága Floghavn skal koma teimum ferðandi til góðar, og tí verðurferðaavgjaldið lækkað úr 165 kr. í 140 kr. Lækkingin fer væntandi at kosta P/F Vága Floghavnumleið 2,8 mió. kr., um ferðafólkavøksturin verður 6%.Nevndin afturvald
Á aðalfundinum varð øll nevndin afturvald.
Í nevndini sita:Kitty May Ellefsen, forkvinnaEvy Jacobsen, næstforkvinnaJohan í Niðristovu, nevndarlimurUni Danielsen, nevndarlimurSámal Birgir Johansen, nevndarlimurTorstein á Steig, nevndarlimur
Gudny Langgaard tekur við stjórastarvinum 1. mai 2018
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald