Vinna

Vænta príshækking á hvítfiski

...

2014-03-10 21:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eftir nøkur ár við stórari niðurgongd í prísinum kann 2014 gerast árið, tá prísurin á hvítfiski aftur fer at hækka. Tað heldur Ragnar Nystøyl, greinari hjá Kontali Analyse í Noregi.

Nystøyl legði sína greining fram á sjómatráðstevnuni NASF í Bergen herfyri, og hon vísir eina støðuga gongd í útboðnum av hvítfiski. Hvørki útboðið av villum ella aldum hvítfiski økjast nakað serligt, eftir at útboðið av toski er økt munandi seinastu árini.

 

  • ??kingin í útboðnum av toski hevur verið orsøkin til, at prísurin á hvítfiski er fallin so nógv, vísir Ragnar Nystøyl á.

 

Nøgdin av toski, sum varð landað í 2013, var tann sama sum varð landað í 1997, tá samlaða veiðan av atlantiskum toski var 1,4 mió. tons. ??tflutningsprísurin á toski er seinastu árini fallin úr 35 krónum niður í 18 NOK pr. kilo.

 

  • Tað er ES marknaðurin, sum tekur ímóti teimum størstu nøgdunum av toski og hvífiski annars. ES tekur ímóti umleið 80 prosent av toskinum. ES keypir umleið 1,4 mió. tons av toski um árið og 3 mió. tons av hvítfiski tilsamans. USA tekur ímóti uml. 900.000 tons, Russland nærum 600.000 tons og Japan undir 500.000 tons.

 

Nøgdirnar av aldum hvítfiski eru eisini meira støðugar við einum lítlum vøkstri.

 

Kelda: Intrafish og vinnuhusid.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder