2021-09-06 11:12
Tvøroyri:
Vælveruvenjingar 65+ byrja nú aftur
Væl umtóktu vælveruvenjingarnar fyri borgarar 65+ ár byrja nú aftur í skúlahøllini í ÍTrongisvági. Fyrsta venjingin verður í morgin, týsdagin 7. september og vant verður 2 ferðir um vikuna: Týsdag og tórsdag frá kl 16.00-17.00. Birita Thomsen (ergoterapeutur) kemur at standa fyri venjingunum í samráð við Gudrid Nolsøe, fysioterapeuti. Vant verður eftir tilmæli frá Sundhedsstyrelsen um venjing fyri 65+
Eftir hvørja venjing verður frukt og vatn at fáa. Løtan aftaná er kærkomin at fáa sær eitt prát í hugnaligari samveru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald