Vit vilja bjóða tykkum vælkomin inn til okkara og vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld saman við tykkum.
Á Loftagrund er opið frá kl 18 - har fáa tit armband, sum gevur atgongd til tiltakið.
Fyrsta framførslan á skránni er kl 19 og eftir tað byrjar ein nýggj framførsla 15. hvønn minutt onkra staðni í grannalagnum. Framførslurnar vara í á leið 35 minuttir hvør.
Eftir kl 21:30 byrja vit so av nýggjum, so at um tað var okkurt, sum tú ikki hoyrdi í fyrstu atløgu, hevur tú møguleikan aftur tá.
Vit halda fram til á leið kl 01:00
N??KUR G??Ð RÁÐ:
- Verið við frá byrjan. Kvøldið er stytri enn tú heldur.
- Verið í góðari tíð. Stovurnar eru smáar og fyllast skjótt, so vilt tú tryggja tær, at hoyra og síggja væl, so mást tú vera í góðari tíð.
- Ger tær eina ætlan frammanundan, um tað er onkur sum tú serliga gjarna vilt hoyra. Tú klárar ikki til allar framførslurnar, so njót heldur tær tú nært.
HAV Í HUGA:
- Tað er fólkið í grannalagnum, sum vísa gestablídni og bjóða inn, so vísi sóma, umhugsni og vanligan fólkasið
Kl. 18.00 - Sámal Ravnsfjall - á Loftagrund
Kl. 19.00 - Hamradun - heima hjá Tóru og Jens
Kl. 19.15 - Hanus G - heima hjá Jóhonnu og Allan
Kl. 19.30 - Hans Andrias - heima hjá Elin og Jan Erik
Kl. 19.45 - Greta & Kapnas - heima hjá Evu og Jógvan
Kl. 20.00 - Jórunn - heima hjá Anniku
Kl. 20.15 - Ester - heima hjá Sóleyð
Kl. 20.30 - Laila & Niels Petur - heima hjá Petru
Kl. 20.45 - Kvonn - heima hjá Turid og Jóhannes
Kl. 21.00 - Stanley - á Loftagrund
Klokkan 21.15 verður byrja av nýggjum.
Kl. 21.15 - Hanus G - heima hjá Jóhonnu og Allan
Kl. 21.30 - Hamradun - heima hjá Tóru og Jens
Kl. 22.00 - Hans Andrias - heima hjá Elin og Jan Erik
Kl. 22.15 - Greta & Kapnas - heima hjá Evu og Jógvan
Kl. 22.30 - Jórunn - heima hjá Anniku
Kl. 22.45 - Ester - heima hjá Sóleyð
Kl. 23.00 - Laila & Niels Petur - heima hjá Petru
Kl. 23.15 - Kvonn - heima hjá Turid og Jóhannes
Kl. 23.30 - Stanley - á Loftagrund
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald