Eg fari vegna Býráðið í Vága kommunu at ynskja øllum at vera vælkomin á Vestanstevnu í Miðvági, við vón um eina góða og minnisríka stevnu.
Eisini fari eg hjartaliga at takka øllum, sum á ein ella annan hátt hava verið við til at fyrireika bygdina, og skipa fyri Vestanstevnuni.
Heitt verður á vestanstevnugestir at halda tey almennu tilmælini til reinføri og sosiala samveru.
Blíðar heilsanir
Eyðdis Hartmann Niclasen
Borgarstjóri
Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru
-
Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
-
Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
-
Avmarka kropsligt samband viðonnur sum til dømis lógvatak, klemm
og kinnkoss.
-
Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
-
Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
-
Minst til altíðat halda frástøðu.
-
Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin
hava.
-
Veriðvarug viðsjúkueyðkenni, iðkunnu benda á coronavirus, t.d.
hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald