JN

Væleydnaður og væl vitjaður Frændafundur

...

2013-08-27 19:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í vikuskiftinum var Frændafundur á Fróðskaparsetrinum. Hópur av fólki varð komin úr Íslandi til Føroya og nógvir luttakarar úr Føroyum vóru eisini og lýddu á teir fleiri enn 30 fyrilestrarnar á skránni.


Tað er áttandu ferð, at føroyingar og íslendingar hittast til Frændafund, vísindaráðstevnuna, sum er fyriskipað triðja hvørt ár síðani 1992. Vanligt er, at nógvir málfrøðingar úr londunum báðum eru við, og fleiri av fyrilestrunum eru um málspurningar av ymsum slag, men eisini onnur evni eru á skrá. Ofta eru tveir fyrilestrar um nakað sama evnið úr íslendskum og føroyskum sjónarhorni.

Áhugin at luttaka við fyrilestrum var so stórur í ár, at fyri fyrstu ferð varð skipað fyri parallelum fyrilestrum. Fýra høvuðsfyrilestrar vóru, tveir um móðurmálsundirvísing og tveir um film, úr ávikavist føroyskum og íslendskum sjónarhorni. Harafturat vóru so umfør við 3 fyrilestrum samstundis, sum luttakararnir kundu velja ímillum.

Frændafundur pallur hjá royndum og yngri granskarumFleiri av fyrilestrarhaldarunum hava luttikið á fleiri Frændafundum. Ein av royndu fyrilestrarhaldaruum var Ingi Sigurðsson, professari í søgu við Háskúla Íslands, sum helt fyrilestur kallaður: ???Samanburður millum søgu Føroya og søgu Íslands. Nakrir megintættir???. Ein annar var Jóan Pauli Joensen, professari á Fróðskaparsetrinum, við fyrilestri kallaður: ???Angin av røstum, sum tað ikki ber til at fara skeivur av. - Olsson, Matras, Panum og føroyskur matur???.

Tveir av fyrilestrunum vóru hildnir av ph.d.studentum, sum hava verið partvís fíggjaðir úr Granskingargrunninum. Ása Johannesen, sum í mai vardi ph.d. ritgerð í Leeds, helt fyrilestur við heitinum: ???Fiskur og flugur: Hvussu djór yvirliva við at krógva seg í bólkum???. Janna Egholm Hansen, sum væntar at lata ritgerð sína inn í Aarhus seint í ár, helt fyrilestur við heitinum: ???Sekularisering í Føroyum???

Málið er enn ein forðing fyri fleiri áhoyrararHóast íslendskt og føroyskt eru nær skyld, so varð enn einaferð staðfest um vikuskiftið, at tað hjá mongum er nakað tungt at skilja málið hjá hvør øðrum. Allir fyrilestrarhaldarar høvdu gjørt sær ómak at skriva handrit áðrenn, og luttakarar kundu tí lesa fyrilesturin á vegginum, samstundis sum hann varð lisin upp. Hetta hjálpti væl, men kortini var sjónligt, at fleiri av føroysku áhoyrarunum valdu føroysku fyrilestrarnar framum og íslendingarnir teir íslendsku.

Í hesum ljósinum varð tað hugaligt at hoyra seinasta íslendska fyrilesturin frá Kolbrún Friðriksdóttir, sum fortaldi um tilboðiðIcelandic Online. Hetta er skipan á internetinum, sum er ment síðani 2004, har til ber at læra seg íslendskt púra ókeypis. Skipanin er sera nógv brúkt til fleiri ymiskar málbólkar og á nógvum stigum. Umframt at allir einstaklingar kunnu brúka hana, tá tað hóskar teimum, er skipanin eisini amboð hjá Háskúla Íslands í undirvísingini í fleiri útbúgvingum.

Allir fyrilestrarnir fra´Frændafundi tøkir í bók
Eins og undanfarnu Frændafundirnar er ætlanin at geva fyrilestrarnar út í bók. Ásetur.fober til at lesa, hvørji evni hava verið á 1. til 7. Frændafundunum. Bøkurnar kunnu keypast í bókabúðunum.

Bókin frá 8. Frændafundi kann væntast at koma út umleið um eitt ár. Les meira fyrielstrarnar á 8. Frændafundinumher

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder