Mentan

Væleydnað tiltak á Giljanesi

...

2018-04-13 11:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

8.a á Skúlanum á Giljanesi skipaði í gjárkvøldið fyri kunningarfundi um virksemið hjá felagsskapinum Beranum.


Á fundinum greiddi Oddbjørg Poulsen, dagligur leiðari í Beranum, frá virksemi teirra. Berin skipar fyri sorgarbólkum fyri børnum og ungum, og fyri foreldrum, ið hava mist børn/pinkubørn. Harumframt verður skipa fyri bólkum fyri børnum, ið verða rakt av álvarsligari sjúku í familjuni.

Eisini greiddi Rannvá Arnadóttir frá hennara upplivingum í sambandi við, at hon fyri fimm árum síðani misti beiggja sín, og um ta stóru hjálp, sum Berin hevur veitt henni í fleiri ár. Rannvá hevur luttikið í trimum ymiskum sorgarbólkum hjá Beranum.

Á fundinum sang Hans Ranvsfjall nakrar vakrar sangir og at enda handaði 8.a á Giljanesi Beranum eina peningagáva upp á 11.000 kr. Peningaupphæddin er helvtin av fløskuinnsavnan sum flokkurin skipaði fyri í síðstu viku í Vága kommunu.

8.a á Giljanesi og foreldrabólkurin takkar fyri eitt væleydnað tiltak og fyri allan stuðu.

Myndir og orð: Jan Johannesen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder