Mentan

Væleydnað sjógætistiltak á Varðanum Pelagic

...

2021-06-01 08:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Væleydnað sjógætistiltak á Varðanum Pelagic

Í sambandi við Mentanarnáttina á Tvøroyri 28. mai skipaði Varðin Pelagic fyri stórum sjógætistiltaki, har borðreitt varð við djúpstoktari lodnu, heitroyktum makreli, svartkjaftasúpan og súrsøtari sild frá Varðanum Pelagic og saltfiski Delta Seafood.
Stórur áhugi var fyri tiltakinum. Nógv fólk vitjaðu okkum á havnarlagnum og fingu sær smakk av øllum tí góða.
Føroyingar áttu at etið meira av uppsjóvarfiski, sum er sera vælsmakkandi og eitt tað heilsubesta, ein kann eta. Tað gleðir okkum tí at fáa høvi at geva fólki ein smakk av tí frálíku rávøru, sum svimur í havinum kring okkum, tað skrivar Varðin Pelagic.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder