Vinna

Váðasteinur kemur av Flemmish Cap í kvøld

...

2014-03-18 23:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Línuskipið Váðasteinur kemur á Havnina í kvøld, teir hava verið á Flemmish Cap. Men fiskiskapurin hevur ikki verið av tí besta, Váðasteinur hevur uml. 130.000 pund, so gott sum alt er toskur. Teir fóru úr Føroyum 22. februar.

Váðasteinur hevur nú gjørt tveir túrar á Flemmish Cap, fyrra túrin høvdu teir útvið fulla last - uml. 230.000 pund.

Skiparin Jón við Stein sigur, at í fjør vóru línuskipini á Flemmish Cap seinni á árinum, tá høvdu tey øll rokfiskiskap, men av tí at lemmatrolararnir fóru so tíðliga yvir í ár, so vóru línuskipini noydd avstað eisini, tí annars fiskaðu lemmatrolararnir alt.

Tað eru 14 mans við Váðasteini hendan túrin.

Í løtuni er bara eitt línuskip - tað er Klakkur, Kambur hevur eisini verið á Flemmish Cap, men teir eru farnir at sigla heim, eisini eru trolararnir Brestir, Sjagaklettur, Phonix og Ran á Flemmish Cap - trolarin Vesturleiki hevur eisini verið har, men teir eru á veg heim, Vesturleiki verður í Føroyum fríggjadagin, teir hava 260 tons av frystum toski.

Nú eru bert uml. 500 tons eftir at fiska av kvotuni á Flemmish Cap.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder