Vinna

Váðasteinur er komin av Flemmish Cap

...

2014-02-17 13:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnumorgunin kom Váðasteinur á Havnina, teir hava verið á Flemmis Cap, har fiskiskapurin hevur verið óføra góður, teir fiskaðu í 5 dagar og hava 230.000 pund av toski. 

Váðasteinur landar í morgun til Barðið í Havn.

Í løtuni eru 5 føroyskir trolarar á Flemmish Cap og línuskipið Kambur skuldi koma á fiskileið í gjár, teir fóru úr Føroyum 8. februar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder