Vinna

??tskiftingin á Strondum farin framvið avgerandi vegamóti

...

2013-10-17 15:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kærufreistin viðvíkjandi boniteringini (góðskumetingini) av jørðini á Strondum er júst farin. Eingin kæra varð sett fram, og harvið er grundarlagið fyri útskiftingina staðfest. Nú kann farast undir at gera sjálvan útskiftingarplanin.


???Hygg eftir hasum báðum helvitis hundunum. Síggja tit ikki tann triðja mannin, sum gongur við liðina av teimum. Hatta er hin grábeinti, ja sjálvur hin grábeinti!??? Soleiðis fullu orðini frá einum eldri manni, tá tveir landmátarar í 30???unum gjørdu uppmálingar í einari føroyskari bygd í sambandi við eina útskifting innangarðs. Í dag er kortini meira sjáldsamt at blóðið gerst eins heitt sum í hesum døminum, hóast jørð framvegis hevur nógv at týða fyri føroyingar.
Nú liðin eru fleiri enn 80 ár, síðan farið varð undir miðvísu útskiftingarnar, eru enn onkrar bygdir, har jørðin er so smábýtt, at tørvur er á útskifting. Av aktuellu málunum er innangarðsútskiftingin á Strondum nógv tað størsta, og arbeiðið fevnir um fleiri ársverk. Men fyri tveimum vikum síðani fór hetta málið fram við einum avgerandi vegamóti, tá boniteringin (góðskumetingin) av bønum endaliga varð staðfest, og harvið varð sjálvt grundarlagið fyri útskiftingini lagt fast. Jarðareigararnir hava somuleiðis havt høvi at bera fram ynski um, hvar ognir teirra skulu liggja, og henda freistin er eisini farin.
Næsta stigið í drúgvu tilgongdini, er at útstinga høvuðslinjurnar fyri útskiftingarplanin. Beinagrindin í hesum eru vegir og onnur øki, sum liggja føst, og sum mynda bygdina. Tí eru í útskiftingarprosessini givnir møguleikar hjá tí almenna (kommununi og Landsverki) í ávísan mun at regulera og ognartaka øki til vegir og onnur almenn endamál. Henda ognartøkan, sum í seinasta enda eisini er partur av fíggingini av útskiftingini, skal leggjast føst, áðrenn farið verður víðari við málinum.

Tá greiði er fingin á ognartøkunum, verður farið í holt við at gera sjálvan útskiftingarplanin. Hetta er tann størsta stakuppgávan í allari útskiftingini, sum heilt einfalt snýr seg um at gera eitt nýtt matrikulkort fyri alla jørðina í markatalsbygdini Strendur. Tann fyrsta útgávan av útskiftingarplaninum verður nevnd ???fyribils útskiftingarplanur???. Tá hesin er liðugur, verður hann lagdur alment fram, so jarðaeigararnir fáa høvi at gera viðmerkingar, og síðan verður tann endaligi útskiftingarplanurin gjørdur. Hvør einstakur eigari hevur rætt til at kæra útskiftingina til yvirútskiftingarnevndina undir sæti av sorinskrivaranum, sum tekur endaliga avgerð í málinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder