
Tað kann ikki vera meiningin at reiðarar/rættindahavarar sjálvir kunnu áseta
útreistlukarmin,ið fiskimaðurin er við til at gjalda.
Hetta er ídag møguligt,tí hesir eiga og reka flestu móttøkuvirkir í landinum.
Tískil luttekur fiskimaðurin í flestu útreistlum,frá kajkanti- inn á virkið-og heilt til útflutning.
Men virðisøkingin-frá kajkanti-til útflutning fær fiskimaðurin ongan ágóða av.
Ein slík skeikla skipan,har inntøkur og útreistlur fyri veidda fiskin ikki
fylgjast,er yvir tíð,líðandi sníkt inn í skipanina,við einum kilogjaldið fyri líkt og
ólíkt.
Sum dømi kunnu kann nevnast
-landing - pr/kg fisk
-flokking í ( stødd,slag,góðsku) - pr/kg fisk
- ísur- pr/kg fisk
- kassaleiga- pr/kg fisk
Hesi gjøld eru eisini ymisk,tískil ein órættur,ið fiskimenn eru við til at gjalda.
Í flestu førum eru tað arbeiðsfólk á virkjunum ,ið taka sær av hesum arbeiði,
hesi fáa oftast tímaløn fyri ómakin,ið als ikki kann samanberast við tann fúla kostnaðarprís fiskimenn eru við til at gjalda.
Tað tykist,at hesin háttur,ið ikki er sáttmálaásettur, nú eisini er blivin ein
inntøkukelda hjá virkjunum og rættindahavarum
Hesin órættur fiskimaðurin er lumpaður til at vera partur av, SKAL als ikki góðtakast i framtíðini.
Um fiskimaðurin skal rinda fyri virðisøking á landi,skal ágóðin av somu, sjálvandi eisini rindast fiskimonnum .
Eisini skal reiðari/rættindahavari sum ábyrgdarbinding,tryggja
fiskimonnum eina LÁGMARKSL??N,ið veitir trygd fyri at H??GST
møguligi prísur fyri veidda fiskin í framtíðini verur galdandi.
Tí veiddi fiskurin og veruligi marknaðarprísurin fyri sama,
SKAL sjálvandi vera inntøkugrundarlagið hjá fiskimonnum.
Vestmanna
Axel Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald