2020-08-05 08:25
Kunning til tey, sum ikki hava hetta innlit
Seinastu dagarnar hevur kjak verið um virksemið hjá ??toyggjafelagnum, serliga í mun til útsøgn um samferðsluna. Í kjakinum sæst, at fleiri ikki hava innlit í fyriskipan og endamál felagsins.
Tað er ??la Jákup úr Dímun, sum er formaður í ??toyggjafelagnum. Í starvsnevndini sita umframt hann, Olga Biskopstø, sum er samskipari og Marius á Geilini. Felagiðhevur eitt umboð úr hvørjari bygd á útoyggj, og aðalfundurin er hægsti myndugleiki.
??toyggjafelagið er eitt áhugafelag, og er stovnað við endamálinum at vera talirør hjá teimum, sum búgva og virka á útoyggj, og virka fyri menning og framburði.
Felagið verður fíggja við stuðli, sum ??toyggjafelagið á jøvnum føti við kommunur og onnur, kunnu søkja av árligu játtanini hjá UVMR til Menning av útoyggj. Samlaða puljan er í dag komin upp á eina millión, og verður býtt millum umsøkjararnar. Parturin sum ??toyggjafelagið fær, hevur variera frá 80 til 260 túsund árliga. Peningurin verður brúktur til rakstur av felagnum, til tiltøk og verkætlanir.
Arbeiðið hjá starvsnevndini er at umboða felagið, og samskifta við myndugleikar, stovnar o.o. um evnið, ið hava týdning fyri møguleikarnar hjá útoyggjunum at mennast. Her er m.a. samferðslan ein av hjartatáttunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald