Mentan

??toyggjafelagið havt aðalfund í Mykinesi

...

2021-07-04 16:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Aðalfundurin í Mykinesi í gjár, 3. juli, eydnaðist væl. Veðrið var miðal hampuligt ???? áleið 60 fólk savnaðust í hugnaligu kaféini the Locals, hjá hjá Katrinu Jóhannesen. Á aðalfundinum var nevndin afturvald, og ongar broytingar eru í umboðsráðnum. Men avrátt var, at felagið skipar ein fundi seinni í ár, og ein eykaaðalfund, har bygnaður og viðtøkur verða endurskoðaðar, soleiðis at felagið eftir 20 ár við sama leisti, verður endurnýggja ????
Fundurin staðfestið, at útoyggjarnar ikki enn, hava fingið tær sømdir, ið søma seg. Onki samlað politiskt átak er framt, ið lyftir útoyggjarnar upp á støðið, ið ger tað lættari at liva á útoyggj. Samferðsla og farmaflutningur eru ikki hóskandi, bústaðar møguleikar eru fráverandi og fígging til vinnu o.a. er ikki gjørlig. Alt viðurskifti, ið føra til avtofting heldur enn vøkstur ????
Aðalfundurin staðfesti eisini, at felagið hevur gjørt nógv fyri at samansjóva og styrkja samleikan hjá teimum fastbúgvandi, umframt at skapt íblástur til íverksetan. Men fíggjarliga orkan hevur verið lítil, og onki lønt fólk hevur verið til at fasthalda og ráðgeva, so vinna og íverksetan kundi verið framd í størri mun.
Á aðalfundinum var ferðavinnan umrødd, og tað var lagt upp til, at allar útoyggjarnar finna sín egna ferðavinnu samleika, men samstundis marknaðarføra og skipa ferðavinnuna sum ein eind, eitt nú við at bjóða samlaðar ferðavinnupakkar, so ferðafólk kunnu gera tað, ið De Danske småøer, kalla ??-hop. Ferðavinnan er ein góður inntøkumøguleiki á útoygg, men bara, um tilfeingið og møguleikarnir eru verðandi á staðnum, og ikki verða avreiddir av oyggjunum.
Í gjár legði ??toyggjafelagið eisini fram eitt uppskot til eina verkætlan í Mykinesi, ið vit nevna "hvannir aftur í gamla partin av kirkjugarðinum". Hetta snýr seg um, at bygdafólkið í Mykinesi, saman við Sørvágs kommunu, ??toyggjafelagnum og Gróðurmiðstøðini skipa fyri, at hvannirnar, sum í 2008 vórðu ruddaðar burtur í kirkjugarðinum, verða plantaðar aftur, tó bert í elsta partinum, har tær upprunaliga vór plantaðar. Søgan sigur at hesar hvannir vóru plantaðar, har tey, sum doyðu av søttini svørtu, ella svartadeyð vóru grivin. Tá var hildið, at hvannin, ið er lekiurt, kundi fyribyrgja ella steðga søttini. Hendan søgan er góð og sigandi, og ein partur av mentanarsøguliga landslagnum í Mykinesi. Tað er hetta, ið ynski er at endurreisa. Samstundis verður kunning sett upp, so ferðafólk fáa innlit í søguna.
Dagurin í gjár endaðið við, at góð suppa, frá Fiskastykkinum í Sandavági, var bjóða øllum í bygdini. Tjaldri, Jósup og Aview2sea, førdu síðani gestirnar av oynni aftur.
??toyggjafelagið takkar øllum, sum tóku lut, hjálptu til, løgdu hølir til og á annan hátt stuðlaðu undir, og gjørdu dagin so væleydnaðan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder