Mentan

Útikonsert við kaffi

...

2020-06-13 14:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnudagin 14. juni kl. 15.00 bjóðar Vestmanna sangkór til konsert í gamla skúlagarðinum í Vestmanna skúla. Lagt verður upp til eina hugnaløtu, har ið kórið eisini bjóðar ein drekkamunn.

 

Ljóðviðurskiftini í skúlagarðinum eru sera spennandi, og kórið gleðir seg at sleppa at framføra eitt tyssi av vár- og summarsangum.

 

Vestmanna sangkór gleðist um at fáa høvi til at enda sangárið á hendan øðrvísi hátt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder