Politikkur

??tflutningurin setti met í fjør

...

2014-06-29 22:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hóast ES-handilsforðingar var útflutningsvirðið hjá Føroyum í fjør nógv tað hægsta nakrantíð. ??tflutt varð fyri 6,1 milliard, sum er 10% hægri enn í 2012, sum var metið frammanundan.

Tað, at Føroyar við Jacob Vestergaard á odda í 2009 kravdu okkara rætt í makrelinum og síðan sildini saman við støðugu framgongdini í alivinnuni, eru høvuðsgrundirnar til stóra vøksturin.

Seinastu 15 árini er útflutningsvirðið tvífaldað og vøksturin sæst serliga seinnu árini. Frá 3 mia. í 1998, var virðið í 2009 farið beint upp um 4 mia. Síðan tá hevur vøksturin verið stórur og støðugur. Seinastu 4 árini er útflutningsvirðið vaksið við eini helvt, heilt upp í 6,1 mia í fjørð. Hetta framgongur av tølum hjá Hagstovuni.

Nú hevur landsstýrið megnað tað bragd at fáa góða semju um makrelin og sildina. Samstundis hevur landstýrið fingið ES at taka handilsbannið av. So fortreytirnar fyri einum enn betri 2014 eru til staðar.

Umframt heilsufrøðiligar avbjóðingar, er stóra avbjóðingin hjá landsstýrinum at fáa fleiri fríhandilsavtalur. Hetta arbeiðir landsstýrið við. Hjá vinnuni er avbjóðingin virðisøking og her síggja vit stórar íløgur, bæði innan uppsjóarfisk og innan alivinnna.

Her grør um gangandi fót, so tað er við góðum treysti, vit taka avbjóðingarnar á okkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder