2013-09-19 17:29
Sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovuni, so er laksaútflutningurin øktur við 421 mill. í tíðarskeiðnum januar - juli, um samanborðið verður við seinasta tíðarskei í 2012, tað svarar til eina øking uppá 43% og kemur henda øking av at laksaprísurin hevur verið stak góður í hesum tíðarskeiði. Nøgdin av útfluttum laksi er higartil í ár 33.509 tons sama tíðarskeið í fjør var nøgdin 31.637 tons.
Samlaði útflutningurin er øktur við 294 mill. tað svarar til 10%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald