Mentan

??tbjóðing - Skúlin á Giljanesi, 2. byggistig

...

2021-08-31 10:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vága Kommuna fer undir at útbyggja Skúlan á Giljanesi og við hesum verður arbeiðið av 2. byggistigi boðið út.

2. byggistig rúmar nýggjum fakhølum til m.a. tónleik, evning, handarbeiði, heimkunnleika, lívfrøði/náttúrutøkni og alis-/evnafrøði. Harumframt verða víðkaðir karmar til heimastovur og felagsøkir.

Byggiharrin vil bjóða áhugaðum at luttaka í tilboðsgevingini í samband við omanfyri nevnda arbeiði.

Arbeiðið verður boðið út sum høvuðsarbeiðstøka. Talan er um almenna lisitatión, sambært Løgtingslóg um útbjóðing v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 6. mai 2016.

??tbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til prosjekteringsleiðaran hjá SNA Sp/f, Bjarna Justinussen, t-postur: [email protected]

Tilboðini skulu verða latin inn skrivliga og í afturlatnum brævbjálva, merktur: ???Skúlin á Giljanesi, 2. byggistig???

Lisitatiónin verður fríggjadagin tann 8. oktober 2021, kl 14.00, í býráðsskrivstovuni hjá Vága Kommunu, har teir bjóðandi eisini hava møguleika fyri at verða hjástaddir.

Vága kommuna tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu boðini ella at havna tey øll.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder