Ítróttur

??rvalsvenjingarnar byrja aftur

...

2014-08-05 18:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyrireikingarnar til hondbóltskappingarárið 2014/15 eru nú av álvara farnar ígongd. ??rvalsvenjingin hjá HSF er komin í fasta legu og longu í viku 34, fríggjadagin 22. august, verða fyrstu úrvalsvenjingarnar í kappingarárinum.

 

 

Aldursbólkarnir eru broyttir. Umframt at øll eru blivin eitt ár eldri, so broyta vit G17 til G16. Komandi  kappingarár síggja aldursbólkarnir tí soleiðis út:

DreingirGentur
U16Føddir í 1998 og 1999Føddar í 1998 og 1999
U14Føddir í 2000 og 2001Føddar í 2000 og 2001
U12Føddir í 2002 og 2003Føddar í 2002 og 2003

??tlanin er, eins og seinasta ár, at venjararnir í feløgunum/feløgini í fyrstu atløgu senda teir leikarar, tey meta egnaðar til nakrar úttøkudystir. Leikararnir verða býttir í lið, alt eftir hvussu nógvir eru, og so verður spælt soleiðis, at allir hava møguleika at vísa seg.

Nú kenna úrvalsvenjararnir nógvar av leikararunum, so eyguni verða serliga vend eftir teimum, sum ikki hava luttikið í úrvalsvenjingini áður. Hesir dystir vera í ítróttarhøllini í Kollafirði soleiðis:

Vika 34-2014
Fríggjadagur22. august16.00G14
Fríggjadagur22. august18.00D14
Fríggjadagur22. august20.00D16
Sunnudagur24. august13.00G12
Sunnudagur24. august15.00D12
Sunnudagur24. august17.00G16

Síðani verða millum 25 og 35 leikarar valdir at møta vikuna eftir til næstu venjingina. Tær venjingarnar verða somuleiðis í ítróttarhøllini í Kollafirði soleiðis:

Vika 35-2014
Fríggjadagur29. august16.00G12
Fríggjadagur29. august17.30D12
Fríggjadagur29. august19.30G16
Sunnudagur31. august13.00G14
Sunnudagur31. august14.30D14
Sunnudagur31. august16.30D16

Eins og í fjør er ætlanin at til mánaðarligu úrvalsvenjingarnar skulu tað verða uml. 25 leikarar í hvørjum aldursbólki, harav 4 málverjar. Leikararnir verða tó úttiknir til hvørja úrvalsvenjing sær, alt eftir hvussu gongur hjá tí einstaka, so roknast kann altíð við útskiftingum gjøgnum árið.

Eru spurningar ella ivamál, kunnu tit venda tykkum til Oliver Jensen, høvuðsvenjara, tlf. 231981 ella Hall Danielsen, samskipara tlf. 231983.

Vinarliga

HSF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder