JN

??rslit frá TF VK-8 Várkappingin og FM 10 km

...

2014-03-24 14:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Renn.fo skrivar:

Her eru so úrslitini frá 8. og seinasta umfari í TF Vetrarkappingini, sum samstundis var FM á 10 km teininum. Kappingarnar blivu avgreiddar í sambandi við árligu Várkappingina, sum Roysnið skipar fyri í Runavík. Fari neyvan skeivur um vit siga at hetta var besta veðrið, sum hevur verið í nøkrum umfari í vetur.

startur

Og sólstrálurnar, sum yr.no hevði lovað okkum, komu eisini fram. Tað vóru eisini nakrir rennarar sum responderaðu serliga væl uppá hesar eyka og heldur ókendu d-vitaminirnar, sum sendar vórðu av himli. Ein teirra var okkara besti rennari Marnar Djurhuus, sum í seinastuni hevur verið í sínum lívs formi. Og í dag tók hann enn eitt stórt fet framá, tá hann við tíðini 32.18 min ikki bara setti rutumet, men eisini rann skjótastu 10 km tíð, sum nakar føroyingur nakrantíð hevur runnið í Føroyum. Fram við 5 km merkinum vísti stoppurið 15.53 min! Við hesum flotta úrsliti er Marnar nú triðskjótasti á føroyska all-time listanum eftir Marna Joensen (30.58) og Guttorm Sørensen (31.28) Men har er nógv eftir enn í unga Morskranesdreinginum, sum mundi vera ein heilan kilometur frammanfyri næsta rennaran á mál, Sam Vang. Sam var umleið hálvan minutt frammanfyri Eirik Hansen á triðjaplássi.


Marnar Djurhuus vísti onga náði í dag. Hann soraði alla mótstøðu og sína egnu bestu tíð sundur og saman.

Føroyameistari hjá kvinnum gjørdist ikki heilt óvæntað Rebekka Fuglø. Eisini hon vann ein greiðan sigur, hóast hon ávegis fekk magapínu. ??tlan hennara var at renna undir 40 min á fyrsta sinni, og henda ætlan hennara hevði heilt víst eisini eydnast, vart tað ikki fyri tí andskotans livurhøggi. Bert 13 sekund restaðu í at greiða málsetningin. Heldur ikki tvey???arin í dag, Rigmor N. Arge rann upp til sítt besta. Beinini høvdu bara ikki hug at renna í dag, men bóru hana kortini trygt fram til silvurmerkið. Tórvør ??. Vang vann eisini eitt trygt bronsumerki.


Rebekka Fuglø føroyameistari fyri kvinnur og fyri kvinnuunglingar 

 

Eitt annað ógvuliga sermerkt og flott úrslit í dag, var á 5 km hjá gentunum. Bert 11 ára gamla Maria Biskopstø rann og vann við tíðini 19.38 min. At renna undir 20 minuttir á 5 km er hjá mongum manni eitt dreymamál, og eisini eitt frálíkt úrslit. Frálíka úrslitið hjá Mariu skal ikki tað nakað frá úrlsitinum hjá Oddvør Josephsen á øðrum plássi, sum eisini fekk eitt framúr úrslit við 20.26 min. Triðja gentan á mál var Elin Kristina Ryan. Allar tríggjar renna fyri Treysti.


Maria Biskopstø kemur á mál. Hyggið eftir klokkuni!!!

Gunnar Sivertsen hevði vunnið allar av teimum seks kappingunum hann hevur runnið í vetur. Og eisini hann fekk eitt fram úr gott úrslit við sínum 18.10 min fyri teir 5 kilometranar. Rúni Skarðhamar, sum er rættiliga nýggjur í rennihøpi megnaði eisini at renna undir 19 minuttir og gjørdist nummar tvey. Steintór Egholm gjørdist nummar trý.


Gunnar Sivertsen fremstur og Rúni Skarðhamar næstur. Báðir undir 19 minuttir á 5 km!


Ann Thomsen føroyameistari hjá kvinnuveteranunum. Astrid Joensen bleiv nr. 2, men náddi ikki at koma við á myndina, men tað gjørdi Anna Maria Seloy, hóast hon rann eitt eyka umfar í dag. Hon hevur tikið seg sera nógv fram í vetur og gjørdist nummar trý.


Henry Olsen kom sterkt aftur eftir fráveru vegna skaða. Hann gjørdist føroyameistari hjá veteranunum. Cecil Weihe hevði hug at nærkast móti endanum, men tók so aftur at dragna. Guttorm Sørensen stríddi seg fram á bronsuplássið. Á myndini hevur Henry fingið Jan Elmar Sørensen upp á sleip.


Jens R. Weihe hevði ongar trupulleikar av at standa teimum ungu superveteranunum kurl, og gjørdist føroyameistari. Jósvein H. Olsen varð nr. 2 og Jóannes Ortind nr. 3


FÍF-legendan, Niels Jákup Jakobsen, inspiserar arbeiðið hjá Roysninum, men har var einki at fara eftir. Búi, Marnar og restin av Roysnamanningini greiddu uppgávuna til fulnar.

Fleiri myndir eru í myndasavninum hjá Treysti: https://picasaweb.google.com/117242881555420040312/TFVK8VarkappinginOgFM10Km#

 

??rslit TF VK-8 Várkappingin og FM 10 km 22. mars 2014 kl. 11.00 í Runavík
TíðDreingir (1998-2002) ??? 5 kmÁrg.Felag
118.10Gunnar EihiltSivertsen1999Treysti
218.59RúniSkarðhamar1999Roysnið
320.33SteintórEgholm2000Bragdið
420.44Jákup DahlLjósheim1998Hvirlan
520.45Dánjal DahlLjósheim2000Hvirlan
622.10HuginJacobsen2002Bragdið
724.04IngiJohannessen2002Roysnið
824.59EliasThorsteinsson2001Hvirlan
926.56Jónhardá Regni2001Roysnið
dnsHans EihiltSivertsen2001Treysti
Gentur (1998-2002) -  5 km
119.38MariaBiskopstø2002Treysti
220.26OddvørJosephsen2001Treysti
322.45Elin KristinaRyan2000Treysti
422.57RuttGregersen2001Treysti
Kvinnuunglingar (1993-1997) ??? 10 km
140.12RebekkaFuglø1993Treysti
Kvinnur opin bólkur (-1997) ??? 10 km
140.12RebekkaFuglø1993Treysti
242.33Rigmor Nap.Arge1969Hvirlan
344.06Tórvør ??sterøVang1969Bragdið
445.05AnnThomsen1966Bragdið
546.02AstridJoensen1967Roysnið
646.11AnnikaThomsen1981Bragdið
746.26Birna MohrJoensen1970Hvirlan
848.36Ingun G.Sørensen1971Treysti
949.22Maria SvaboHansen1972Bragdið
1050.38JorieJosephsen1971Treysti
1151.15Anna MariaSeloy1964Bragdið
1251.46BirnaAbrahamsen1970Hvirlan
1351.56Karin KirkePetersen1964Treysti
1453.38AdelaidKirke1968Hvirlan
1554.41Anna SofíaEysturoy1963Bragdið
1656.08TótaÁrnadóttir1970Roysnið
1756.18OslaChristensen1972Hvistan
1856.35ElisabethLarsen1968Bragdið
1959.10TinaKruse Dam1977Bragdið
2060.25JóhannaVang1964Bragdið
2164.45IngunOlsen1959Bragdið
dnsHeidiJógvansdóttir1972Bragdið
Mansunglingar (1993-1997) ??? 10 km
132.18MarnarDjurhuus1995Treysti
237.42EinarGregersen1995Treysti
339.49TeiturBjarnastein1997Bragdið
132.18MarnarDjurhuus1995Treysti
236.02SamVang1970Bragdið
336.33EirikurHansen1980Bragdið
437.19HenryOlsen1964Bragdið
537.25Jan ElmarSørensen1991Treysti
637.35CecilWeihe1965Bragdið
737.42EinarGregersen1995Treysti
837.43NielsPoulsen1972Bragdið
938.09ReginThomsen1976Roysnið
1038.09GuttormSørensen1968Treysti
1138.15HallurHolm1967Bragdið
1238.57MarnarPattinson1970Roysnið
1339.12Jóhan MJacobsen1966Roysnið
1439.18HeiniGregersen1964Treysti
1539.24PeturLamhauge1974Bragdið
1639.38SúniJacobsen1967Bragdið
1739.49TeiturBjarnastein1997Bragdið
1839.50Jens.R.Weihe1947Frælsi
1940.09JonhardLarsen1966Treysti
2040.55HjalmarSjóvará1966Bragdið
2141.17ArnfinnJohannessen1965Roysnið
2241.21HerlufJakobsen1963Bragdið
2341.49EgilOlsen1963Roysnið
2442.12AllanDalsgarð1972Bragdið
2542.23Jósvein HerupOlsen1958Bragdið
2642.27Rói HerupOlsen1983Bragdið
2743.04HilmarHøgenni1962Bragdið
2843.29ArnfinnurHelmsdal1970Bragdið
2944.19EyðunSimonsen1969Bragdið
3044.36TerjeHansen1968Roysnið
3144.39KáriSimonsen1959Bragdið
3245.20ChristianOlsen1962Bragdið
3345.25RúniSimonsen1973Bragdið
3445.47Rani FriangRasmussen1985Roysnið
3545.48Birgirav Vollanum1972Signabø
3646.00JóannesOrtind1951Bragdið
3746.09Johnnyí Grótinum1975Bragdið
3847.36JanEgholm1972Bragdið
3948.21GunnarSimonsen1952Treysti
4048.46Jógvan SvaboSamuelsen1981Klaksvík
dnsJústí Túni1986Treysti
dnsRói HerupOlsen1983Bragdið
dnsReginJóanesarson1945Roysnið
dnsAndreasJosephsen1968Treysti
Kvinnur veteranar (1959-1968) ??? 10 km
145.05AnnThomsen1966Bragdið
246.02AstridJoensen1967Roysnið
351.15Anna MariaSeloy1964Bragdið
451.56Karin KirkePetersen1964Treysti
553.38AdelaidKirke1968Hvirlan
654.41Anna SofíaEysturoy1963Bragdið
756.35ElisabethLarsen1968Bragdið
860.25JóhannaVang1964Bragdið
964.45IngunOlsen1959Bragdið
Menn veteranar (1959-1968) ??? 10 km
137.19HenryOlsen1964Bragdið
237.35CecilWeihe1965Bragdið
338.09GuttormSørensen1968Treysti
438.15HallurHolm1967Bragdið
539.12Jóhan MJacobsen1966Roysnið
639.18HeiniGregersen1964Treysti
739.38SúniJacobsen1967Bragdið
840.09JonhardLarsen1966Treysti
940.55HjalmarSjóvará1966Bragdið
1041.17ArnfinnJohannessen1965Roysnið
1141.21HerlufJakobsen1963Bragdið
1241.49EgilOlsen1963Roysnið
1343.04HilmarHøgenni1962Bragdið
1444.36TerjeHansen1968Roysnið
1544.39KáriSimonsen1959Bragdið
1645.20ChristianOlsen1962Bragdið
dnsAndreasJosephsen1968Treysti
Menn superveteranar (-1958) ??? 10 km
139.50Jens.R.Weihe1947Frælsi
242.23Jósvein HerupOlsen1958Bragdið
346.00JóannesOrtind1951Bragdið
448.21GunnarSimonsen1952Treysti
dnsReginJóanesarson1945Roysnið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder