2016-04-09 12:29
07vestur.fo: Ein sera trupul dystur er í væntu við Løkin, nú kappingin so smátt er við at koma veruliga í gongd. Mótstøðuliðið hevur fult stigatal og runavíkingar síggja sera sterkir út.
Vespurnar hava veruliga stungið frá sær, serliga tá havast skal í huga, at teir mundu enda sum niðurflytingarkandidatar í fjør. At Jens Martin Knudsen hevur nógv fólk at velja í, er ein sannroynd, og tað ger nokk sítt til. Í fjør brúktu teir heili 38 leikarar í 1. deild.
Í ár eru tað blivnir tríggir sigrar, fyrst 2-3 á Argjum, síðan 0-5 í Leirvík og so 2-0 móti Giza/Hoyvík. NSÍ-liðið er sera ungt, men við einum ísletti av royndum leikarum. Ein av hesum er 29-ára gamli Debes Danielsen, sum eisini hevur skotið 2 mál. Ein annar er 26-ara gamli Jann Martin Mortensen, við 199 EFFO-dystum. Hann hevur eisini skotið 2 mál, men uppá bert 2 dystir.
Hjá okkum var sera hugaligt við sannførandi sigrinum móti AB seinasta leygardag. Kanska við undantaki av 10 minuttum í seinna hálvleiki, vóru vit væl og virðiliga omaná, og onkur element í álopspælinum vóru rættiliga sannførandi.
Vónandi eru allir leikarar tøkir, og tað ljóðar tað eisini til, men, sum vit hava sagt so ofta í ár, so er rættiliga hørð kapping um plássini, so nærum eingin er óerstattiligur.
Í fjør fingu vit bert 1-1 við Løkin, hóast vit vassaðu í møguleikum. Vit vunnu tó báðar heimadystirnar, um enn nakað tepurt. Latið okkum vísa teimum hvar skápið skal standa!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald