Ítróttur

Upptakt: KÍ - 07 Vestur

...

2016-08-13 10:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur: Tað verður ein harður dystur móti KÍ í dag, um seinasti dystrin móti KÍ er at meta eftir. Vit mangla enn 11 stig fyri at tryggja uppflytingina, so bert 3 stig eru nóg mikið.


Vit hava annars hampuliga góð úrslit at vísa á, móti KÍ í ár. Tveir dystir hava vit spælt, og tann fyrri var júst í Klaksvík, í fyrsta umfari. Vit vunnu tá 2-0 uppá tvey mál frá liðskiparanum Holgari Durhuus, og vóru greitt betra liðið allan dystin.

Seinni dysturin, tann á heimavølli, var heilt øðrvísi. KÍ vóru sera ágrýtnir og vóru á odda í hálvleiksteðginum, ikki óuppiborði. Í einum sera spennandi og opnum 2. hálvleiki, skoraði Søren tvey mál, og so fingu vit trý hart um kempað stig.

Vit hava annars flest allar leikarar tøkar til dystin. Tó er Hanus ikki klárur enn, umframt at Jákup Sveinbjørn, sum hevur verið uttanfyri vegna skaða seinastu umførini, ikki er ordiliga klárur til 1. deild aftur.

Tað er ofta ringt at gita hvørjari manning vit møta, tá vit spæla móti 2. liðið hjá feløgum, ið luttaka í EFFO-deildini. Men KÍ eru ikki heilt tryggjaðir móti niðurflyting, hóast teir ikki eru í beinleiðis vanda. Teir vilja sjálvsagt altíð vinna, og vísa teir sama ágrýtni sum í Sørvági, skulu vit veruliga í arbeiðsklæðini fyri at fáa nakað vestur við aftur.

Vit hava nú bert 7 umfør eftir at spæla, og liggja 2 stig frá oddaliðinum EB/Streymi, og mangla 11 stig fyri at tryggja uppflytingina. Takað vit stóra munin í málmuni við, kunnu vit siga 10 stig.

Koyrið á 07 Vestur!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder