2016-06-29 13:38
Tætta skráin heldur fram mikukvøldið kl. 19:00, tá B71 koma á vitjan. Bert eig sigur er nøktandi í stríðnum um at halda fylgið við EB/Streymu, sum í veruleikanum longu eru fluttir upp.
Okkara menn hava sjálvsagt stórt sjálvsálit, sum spennandi sigurin á Víkingi leygardagin hevur givið. Við reyðun korti og 1-1, fingu vit avgjørt dystin, og vóru avgjørt omaná, hóast vit manglaðu ein mann.
Reyða kortið viðførir sjálvsagt, at toppskjútti okkara, Søren Nielsen, er leikbannaður mikudagin, og eisini leygardagin móti HB. Aðrar karantenur eru ikki, og nýggir skaðar eru heldur ikki. Bert Sølvi og Hanus eru enn uttanfyri við skaða.
Vit hava spælt ein dyst móti B71 í ár. Tað var á útivølli, tá vit vunnu tepran 1-0 sigur. Gunleif Magnusarson skoraði einsamalla málið, sum avgjørdi dystin.
Gestirnir úr B71 hava havt eitt sera trupult kappingarár higartil. Leygardagin fingu teir tó endiliga eitt stig, eftir fimm royndir, við 2-2 javnleiki móti HB í Gundadali. Bert 7 stig eru tað blivin til, ein sigur og 4 javnleikir. Einsamalli sigurin kom móti AB fyri skjótt trimum mánaðum síðan.
B71 og Piotr Krakowski hava annars ein rímiliga sterkan hóp, við tveimum útlendingum, Ibrahima Camara og Patrick Toh, og niðurflyting hevur avgjørt ikki verið væntaða úrslitið, tá kappingin bleiv skotin í gongd í mars. Leikarar eru eisini heintaðir í Vágum. bæði Ingi W. Joensen og Jens Rasmussen.
Fyri okkara viðkomandi er bert ein sigur nóg gott. Vit stríðast fyri at halda fylgið við EB/Streymi, sum í veruleikanum longu hava flutt upp. Og hóast Søren er leikbannaður, eiga vit nóg mikið av kreftum í álopinum, til at kunna vippa dystin til okkara fyrimun.
Dysturin, okkara 4. í hálvu aðru viku, verður altso mikudagin kl. 19. Koyrið á 07 Vestur!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald