Vinna

Uppspunnin pástandur

...

2018-12-18 16:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eg undrist/øtist at Jan Højgaard í lesarabrævi á vp.fo, ákærir nevndarlimir í
Føroya Fiskimannafelag fyri at skjóta sítt egna felag niður,við - IKKI at
hava VISI??N um at fáa lógina broytta og eisin - at FRIÐHALGA sitandi
samgongu fyri alt hesi gera.
Slík ákæran,ið er ein grunn/ósonn jarðleggjan av ørðvísi hugsandi/meiningum, er tískil - ein ómanslig ábreisla fyri egnan passivitet.
Tí mær vitandi hevur ongin nevndarlimur í fiskimannafelagnum veri óvirkin
í royndini,at fáa lógina um sjófeingi broytta/tillagaða,so henda er at at arbeiða undir.
Ongin ávís politisk hugsjón/umboðan,er partur - ella hevur framíhjárætt í tí
arbeiði, nevndin í fiskimannafelagnum fæst við.Ti er tað ein VREINGJAN av veruleikanum - at ávís politisk sjónarmið,vera nýtt í nevndararbeiðnum og teimum ræðfestingum,ið eru øllum fiskimonnum til gagns.
At skíra onnur visiónsleys,er helst tekin um egna hálovan av fávitsku og hugmóð.
Eisini er ákæran um at skjóta egna felag niður -(uttan grundgeving og dømi) tí bæði óskiljandi og uppspunnin/lygn.
At brúka nevndina/partar av somu, sum jarnbrot/skálkaskjól - eru tí tær beru lótir - helst í eini roynd at flyta focus og ábyrgd frá sær - yvir á onnur.
Nevndin í fiskimannafelagnum stendur ikki fyri valið og eigur tí als ikki at vera
brúkt/bólka - sum fyri - ella - ímóti - tí valið um formanssessin,sum nú er til
støðutakan millum limirnar í Føroya Fiskimannafelag .


Vestmanna 18 12 2018

Axel Hansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder