2018-11-22 13:27

??lavur Ellefsen er garvaður íverksetari. Han var millum annað við til at stovna Kall, sum seinni varð selt til Vodafone. Men tá hann fór í holt við Simprentis, helt hann tað skuldi vera hansara lívsverk og ongantíð seljast. Álíkavæl seldi hann tíggju ár seinni fyritøkuna til ein altjóða oljurisa fyri 15 milliónir krónir.
Í nýggjasta Startup Podcastinum greiðir ??lavur frá teimum tíggju árunum hann arbeiddi við at gera spøl til skúlar og fyritøkur at læra um oljuleiting. Hann hugleiðir eisini um fyrimunir og vansar við at arbeiða úr Føroyum sum íverksetari og gevur síni ráð til aðrar íverksetar.
Startup Podcastið hoyrist á Apple Podcast og øðrum podcast appum, og á heimasíðunihalgir.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald