JN

Uppsagnir: Almannaverkið sparir tríggjar mió. kr.

...

2013-09-10 02:50 Author image
placeholder

Stjórin avsannar, at sparingin skal fíggja fráfaringarlønirnar hjá fyrrverandi stjóranum og depilsstjóranum

Tað kostaði skattagjaldaranum yvir 700.000 krónur, at stjórin, Petra Johnsdóttir Joensen í juni í ár varð søgd úr starvi, og nú í septembur kostaði tað áleið tað sama at siga deplisstjóran í almannaverkinum, Gunnleyg Durhuus, úr starvi.

Í minsta lagi hálv onnur millión fer sostatt í løn til fólk, hóast tey ikki longur arbeiða í Almannaverkinum.

Eyðun Mohr Hansen, virkandi stjóri í Almannaverkinum, leggur kortini dent á, at hann ikki hevur sagt níggju vanligum starvsfólkum upp fyri at fáa ráð til at gjalda Petru Johnsdóttir Joensen og Gunnleyg Durhuus fráfaringarløn.

Hoyr samrøðu í KVF:http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/09/09/uppsagnir-almannaverki-sparir-trggjar-mi-kr

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder