Mentan

Undirvísingin heldur fram sum fjarlestur

...

2020-03-12 14:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bygningarnir hjá Setrinum eru fyribils stongdir, men hildið verður fram við undirvísingini í mest møguligan mun við teimum amboðum, sum eru tøk.

Setrið hevur í eina tíð fyrireikað seg til nýggja veruleikan, nú heimsheilsustovnurin, WHO hevur lýst støðuna við covid-19 at vera eina alheims farsótt. Bygningarnir eru læstir, starvsfólk arbeiða heimanífrá, og ein skipan verður sett í verk, har vanliga undirvísingin verður sum fjarlestur. Summi brúka longu fjarlestraramboðini, men í næstu viku skal skipanin sum heild setast í verk.

Lesandi eru kunnað, og nærri kunning um fjarundirvísingarskipanina kemur seinni. Gransking og fyrisiting halda fram sum vant, men undir øðrvísi skipaðum viðurskiftum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder