Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2021 er játtanin økt munandi til undirvísingarátøk fyri tilflytarum og børnum teirra í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskiftum.
Seinnu árini er talið av borgarum, ið hava annað móðurmál enn føroyskt, økt munandi. Í februar 2020 vóru áleið 100 tjóðskapir skrásettir í Føroyum. Umleið 1800 persónar, ið koma úr londum uttan fyri Norðurlond, vóru tá búsitandi í Føroyum. Av hesum eru umleið 300 børn og ung úr 50 ymiskum londum.
???Málførleiki er grundarlag fyri góðari integrasjón, og føroyska málið er ein fortreyt fyri at virka í og gerast partur av samfelagnum,??? sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. ???Sum samfelag er tað tí okkara skylda at geva tilflytarum og børnum teirra góðar møguleikar at læra føroyska málið, og fáa innlit í mentan og samfelagsviðurskifti okkara.???
Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sett sjøtul á umfatandi arbeiði, har námsætlanin í føroyskum máli og mentan fyri vaksin verður dagførd og skipað eftir CEFR leistinum. Stig eru tikin til at gera undirvísingartilfar, royndaruppgávur og greiningartilfar, umframt at arbeitt verður við at skipa eina diplomútbúgving í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskiftum fyri teimum, sum skulu undirvísa tilflytarum, bæði vaksnum og børnum. Arbeitt verður miðvíst við átøkum til tess at menna samlaðu skipanina við atliti at undirvísing í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskiftum fyri tilflytarum. Samskipari er settur at fyrireika verkætlanina og samstarvar við arbeiðsbólkar, Fróðskaparsetrið, Nám og kommunurnar um ymsu átøkini í skipanini, sum øll hava til endamáls at menna eina altjóða viðurkenda og landsumfatandi útbúgvingarskipan í føroyskum máli og mentan fyri tilflytarar.
Játtanin til verkætlanina hækkar ætlandi úr 2 mió. kr. upp í 3,4 mió. kr. í 2021. ??kta játtanin skal nýtast at økja um virksemið í verkætlanini, millum annað við atliti at skipa diplomútbúgvingina, sum eftir ætlandi skal byrja á vári í 2021.
Eisini er tørvur á at fáa til vega undirvísingartilfar, próvtøkutilfar og hægri tímajáttan til kvøldskúlarnar, sum í neyvum samstarvi við Uttanríkis- og mentamálaráðið skipa fyri undirvísing í føroyskum fyri vaksin fremmandamælt. Í 2021 er tískil ætlanin at hækka játtanina uppí 1,5 mió.kr. til kvøldskúlarnar til undirvísing í føroyskum fyri fremmandamælt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald