JN

Undirsjóvartunlarnir havt aðalfund

....

2014-03-25 21:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Yvirskot í undirsjóvartunlunum.

 

Undirsjóvartunlarnir, P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin, hava havt aðalfund, har roknskapirnir vórðu framlagdir.

Vágatunnilin

 

??rslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2013 gjørdist eitt avlop á 5,6 mió. kr., sum er 5,1 mió.kr. betur enn árið fyri, tá avlopið var 0,5 mió. kr.  Umsetningurin  var  21,2 mió. kr. í 2013 og  20,8 mió. kr. í 2012.  Í Vágatunlinum koyrdu 620.072 akfør gjøgnum tunnilin, 25.688 fleiri enn í 2012, ein vøkstur  á 4,3%.  Hetta svarar til, at tað koyrdu 1.697 akfør í miðal um samdøgrið.

 

Talvan niðanfyri vísir samlaðu ferðsluna í Vágatunlinum síðan tunnilin lat upp. Seinastu tvey árini áðrenn tunnilin lat upp, tá bátur flutti akførini, framganga eisini av talvuni:

 

 

 

 

Norðoyatunnilin

 

Ársúrslitið í  P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 2,6 mió. kr., sum er 1,1 mió. kr. lakari enn 2012, tá avlopið var 3,7 mió. kr.  Umsetningurin var 25,4 mió. kr. í 2013 og 25,9 mió. kr. í 2012.  Í Norðoyatunlinum koyrdu 791.604 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 5,9% í mun til 2012, tá 747.368 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan hevur í 2013 verið í miðal 2.169 akfør/samdøgur í mun til 2.042 akfør/samdøgur í 2012.

 

Talvan niðanfyri  vísir samlaðu ferðsluna í Norðoyatunlinum síðan tunnilin lat upp 26 apríl 2006. Seinastu tvey árini áðrenn tunnilin lat upp, tá bátur flutti akfør um Leirvíksfjørð, framganga eisini av talvuni:

 

Miðalprísurin, sum hvørt akfar hevur goldið í 2013, var kr. 66,50 í Norðoyatunlinum og kr. 68,26 í Vágatunlinum. Nevndirnar viðgera við jøvnum millumbili, um grundarlag er fyri at broyta prísirnar.

 

 

Nevndirnar afturvaldar

 

Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita  Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og  Hera M. Hammer  sum næstformanni.

Í nevndini fyri Vágatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.

 

Fleiri upplýsingar ella viðmerkingar til tíðindaskrivið  fáast við at venda sær til Una Danielsen, stjóra, á tlf. 285700

 

Vinaliga

Uni Danielsen

 

Á grafunum á næstu síðunum sæst, hvussu prísgongdin hevur verið fyri persónbilar, lastvognar/trailarar/bussar størri og minni enn 12,5 metrar, síðan tunlarnir lótu upp.

 


Stakir túrar lækkaðir 47%, kubbar (20 túrar) lækkaðir 55%.

 

 

Yvir 12,5m lækkaðir 82%, millum 6m og 12,5m lækkaðir 73%.

 

 

Yvir 12,5m lækkaðir 78%, millum 6m og 12,5m lækkaðir 67%.

 

 

Stakprísur lækkaður 41%, kubbahald (20 túrar) lækkað 51%.

 

 

Prísur yvir 12,5m lækkaður 75%, >6m <12,5m lækkaður 63%

 

 

Stakprísur trailarar lækkaður 70% og >6m <12,5m lækkaður 55%

 

 

Uni Danielsen

 

 

Postsmoga 1010

Hoyvíksvegur 65

FO-110  Tórshavn

Dir.:    +298 350204

Tel.:   +298 350200

Mob.: +298 285700


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder