Vága kommuna: Freistin fyri at søkja stuðul til mentanar- og frítíðarvirksemi fyri heysti og veturin 2021/22 er 1. september 2021.
Á býráðsfundi 2. mars 2021 varð gjørt av, at gera broytingar í reglugerðini fyri viðgerð og avgreiðslu av umsóknum til kommununa, um fíggjarligan stuðul frá feløgum og einstaklingum til mentan og ítrótt.
Samtykt varð, at seta inn sum nýggja § 1 ???Stuðul sambært hesi reglugerð verður latin tvær ferðir árliga. Umsóknir skulu verða kommununi í hendi skrivliga innan 1. mars og 1. september???. Og til § 8 er lagt afturat, ???harafturat skal ein kostnaðarmeting fyriliggja???. Samstundis verður § 9, stk 5. strikað.
Umsóknir, ið koma inn eftir 1. september 2021, verða fyrst viðgjørdar eftir 1. mars 2022.
Reglugerðin kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald