Vága kommuna:
Seinastu tríggjar vikurnar, hava vit hoyrt hana greiða frá um burturkast, endurnýtslu og sankutøð, í sendingini Umhvørvið og eg, í KVF.
Mikukvøldið kemur Súsanna Berg, umhvørvis leiðari hjá IRF, at greiða frá um burturkast og endurnýtslu. Hvussu vit kunnu vera við til at minka um óneyðugt burturkast, og samstundis framleiða okkara egnað sankutøð, sum vit so kunnu brúka í havanum at taða við og fáa góða mold. Er áhugi at fara undir eina verkætlan um sankutøð í Vágum? Hetta fara vit at tosa um og møguligt verður at skriva seg upp til at vera við í eini møguligari verkætlan, um áhugin er til staðar.
Møguligt er at lurta eftir teimum sendingunum Umhvørið og eg, sum higartil hava verið í KVFher.
Í nýggjárs sendingini í fjør, greiddu nakrir kvívíkingar frá um, hvussu teir brúktu seyðatálg heldur enn petrolium tá teir kynda í blikkini sum vórðu sett fram við vegnum í Kvívík, sum siður er á nýggjárinum. Í Vága kommunu eiga vit eisini raskan ungdóm sum á hvørjum ári samla inn blikk og seta tey fram við vegnum og skriva árstalið á nýggjárinum, til hugna og gleði fyri okkum øll.
Sóley Kerlok, heldir at tað hevði verið eitt hugskot at vit fingu íblástur frá kvívíkingum og eisini fara undir at brúka seyðatálg heldir enn petrolium til hetta endamál, og harvið fáa vit eisini gagnnýtt enn meir av seyðinum vit hvørt heyst fletta. Sóley kemur at greiða frá um verkætlanina, og er áhugi fyri at gjøgnumføra verkætlanina, so gera vit aftur eitt tiltak í heyst har kvívíkingarnir koma vestur at leggja lag á, hvussu vit kunnu brúka seyðatálg heldir enn petrolium, og harvið fara betur við umhvørvinum.
Tiltakið verður í Bygdarhúsinum mikukvøldið kl. 18.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald