Vanlig hugsan millum manna er at trygging er sera
torskilt og turrisligt at skilja. Men øll ynskja at okkara tilvera byggir á ein
tryggan gróðrarbotn, so vit kunna koma so heilskapaði ígjøgnum okkara perónligu
tilveru. Trygging er so nógv og tí eru óteljandi háttir, hvussu ein best kann
trygginga seg og síni. Tað er tí onki undranarvert, at mong bara taka við tí
tilráðing, ið tryggingarráðgevarar mæla kundanum til.
Nú havi eg sjálvur hóast
ungan aldur, longu roynt at fingið lívshættisligu lungnasjúku og hevur hetta
merkt mín uppvøkstur bæði so og so. Eg eri tí sera tilvitaður um, at ein
trygging er lívsneyðug. Hevur tú familju, ja so er tað sjálvsagt enn meira
umráðandi at hava viðurskiftini í ordan. Tí meti eg, at tað er tíðandi, at tað
eru fólk við góðari tryggingarvitan, ið umsitað felagið eftir góðum
tryggingarleistið, men sannuliga eisini umboð, ið verðuliga eru førð fyri at
talað fólksins søk, at seta seg í kundans stað.
Eg havi seinastu tíðina
hoyrt fleiri, ið eru komin sera illa fyri í góðari trúgv, hava verði tryggaði
úr einum endað í annan, men tann dagin ólukkan hendir, er tað sum um
tryggingarsamtakið ikki vil kennast við ein tryggingartakara. ??neyðugt er at
fara í smálutir, men dømini eg tosi um, eru fólk, ið hava verið tryggjaði í
fleiri ár. Hesi fólk hava latið alt sítt álit uppí hendurnar hjá
tryggingarveitaranum. Hetta álit verður brotið tá ongin hjálp er at heintað.
Tað verður alla tíðina roynt at draga fyrst ein og so tann næsta síðan tann
triða og so víðari og so víðari, fyri at sleppa undan ábyrgd av kundanum.
Kann koma við einum dømi,
heintað frá mínum dagliga arbeiði sum leiðari í matvøruhandli:
Um ein kundi kemur inn
til mín at keypa ein mjólkapakka, so hyggja flest eftir hvat slag ein skal hava
og um dato er nóg gott. Pakkarnir eru fullir av mjólk. Men skuldi tað hent at hol
er á einum pakka, ella skulu vit siga, at ein mjólkapakki t.d. er tómur, so
letur kundin ikki gjald fyri hendan pakkan. Hann fær ein nýggjan, tí hann hevur
goldið pening til mín fyri ein fullan mjólkapakka. Somuleiðis fari eg aftur til
veitaran hjá mær (MBM) og fái endurgjald fyri tann tóma mjólkapakkan. Man kann
í stuttum siga: ???Nakað fyri Nakað???. Hetta er ein sjálvfylgja.
Eg kann sjálvur undrast
eitt sindur á, at vanligi borgarin er so lítið kunnagur um virksemið hjá Tryggingarfelaganum.
Vit hoyra ómetaliga lítið hvat rørir seg innan tryggingartoymið hjá Tryggingarfelagnum
Føroyar. Tað ein ikki veit, fær ein ikki ilt av verður mangan sagt. Men í hesum
føri tosa vit um ein stovn, ið flestu føroyingar eru ein partur av, ein ogn, ið
vit tí øll eiga at hava ávirkan á. Tí metið eg, at ein treyt er, at man í mongum
førum átti á hoyrt meira til samtakið og virksemið tess.
Hetta er grundgevningin
hjá mær, at bjóða meg fram til at umboða tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum
Føroyar. Tí stilli eg upp.
Valið byrjar 10 februar
og skal verða Tryggingarfelagnum í hendi seinast týsdagin 4 mars. Allir tryggingartakarar
fáa atkvøðuseðil við postinum í hesi vikuni. Har fylgir ein vegleiðing við
hvussu farast skal fram fyri at velja.
Fari við hesum at heita á
teg um at velja meg, Bergur R. Dam Jensen 4. umboðið á vallistanum, sum títt
umboð til umboðráðið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar 2014.
Takk fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald