Í døgunum frá 6. til 9. mars vitja umboð frá eftirskúlanum ???Solgården??? í Føroyum. Tað eru fyristøðumaðurin Kristian Andersen og varafyristøðumaðurin Peter Jensen, sum koma á vitjan. Í hesum sambandi verður skipað fyri møtum ymsastaðni kring landið, har tað eisini verður kunnað um eftirskúlan.
Skráin
fyri vitjanini er henda:
6.
mars klokkan 20.00: Ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum í Havn
7.
mars klokkan 09.50: Beinleiðis samrøða í Lindini
klokkan 16.00: Vitjað verður í Tofta skúla
klokkan 21.00: Ungdómsmøti í Missiónshúsinum í Leirvík
8.
mars klokkan 13.00: Hugnaløta í Meinigheitshúsinum í Havn fyri øll, sum hava
verið næmingar á Solgården.
9.
mars klokkan 18.00: Møti í Missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði
klokkan 20.30: Ungdómsmøti í KFUM&K í Klaksvík
Nærri kunning um eftirskúlan fæst eisini á heimasíðuni solgaarden.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald