U-landsliðið í badminton hevur verið til Danish Junior Open, har tey fingu fleiri heilt góð úrslit.
Í hesi
kapping koma bert nummar eitt og tvey upp á skammulin, okkara leikarar fingu
eisini fleiri 3. pláss.
Her eru tey endaligu úrtslitini hjá teimum Føroysku leikarunum i Danish Junior Open i Farum:
Hjá gentum í U13 single komu Mona Rasmusdóttir og Jensa Tórolvdóttir í finaluna, ein rein Føroysk finala, her endaði tað við at Mona vann gull og Jensa silvur. Her fekk Sissal Thomsen eitt 3.pláss, hon leikti móti Mona í semifinaluni.
Hjá dreingjum í U13 single í bólki A kom Ari M Jacobsen í finaluna og fekk hann silvur.
Hjá dreingjum í U13 double í bólki A komu Ari Nandy og Ari M Jacobsen í Finaluna, og endaði við at vinna gull.
Í U13 mix-double í A-bólkinum komu Sissal Thomsen og Ari Nandy í finaluna, og vunnu tey silvur.
Hjá gentum í U15 single í A-bólkinum kom Gunnva Jacobsen í
finaluna og vann hon silvur.
Hjá Dreingjum í U15 double í A-bólkinum komu Bárður Á Reynatrøð
og Dann Fróðason í finaluna, og vunnu teir silvur. Bárður fekk eisini eitt
3.pláss í U15 single.
Hjá gentum í U15 double í A-bólkinum komu Gunnva Jacobsen og
Marjun Á Lakjuni í finaluna, og endaði tær við at vinna silvur. Marjun leikti
saman við Bárður í mix í U15, tey fingu eitt 3.pláss.
Hjá gentum í U17 single í A-bólkinum bleiv tað eisini til eina
reina Føroyska finalu, tær vóru Kristina Eriksen og Sólfríð Hjørleifsdóttir,
her endaði tað við at Kristina vann gull og Sólfríð fekk silvur. Tær báðar
kristina og Sólfríð leiktu eisini saman í double og vunnu tær har eitt 3.pláss.
Ferðalagið kom heimaftur sunnukvøldi í øllum góðum. Hetta bleiv
ein sera góður túrir, baði tá hugsa verður um úrtslitini, men sanniliga eisini
var samanhaldið og stemningurin sera góður á túrinum, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald