Ítróttur

U20: F??ROYAR Í FINALUNI

...

2014-05-25 02:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 U20 landsliðið var omaná í semifinaluni í einum sonnum gýsari móti Moldova. Føroyska liðið var betra liðið í fyrra hálvleiki við einari góðari verju, men við heldur stóru spilli í hinum endanum. Hálvleiksstøðan var 15-12 til Føroyar. Føroyingarnir høvdu ilt við at draga frá Moldovum og eftir eina løtu har vit brenna, gera tekniskar feilir og fáa útvísingar, var Moldova omaná við tveimum við 12 minuttum eftir. Dysturin lá síðani og ridlaði eina løtu, men í seinastu minuttunum hevði Niklas Simonsen tvær bjargingar og Allan Norðberg rykti inn á strikuna í seinast álopinum og skoraði til endaligu støðuna 25-24 til Føroyar. 

Málskjúttar hjá Føroyum vóru:
Áki Egilsnes 7
Helgi Hoydal 4
Kjartan Johansen 4
Eirikur Simonsen 3
Allan Norðberg 3
Jónas G. Djurhuus 2
Rói Berg Hansen 1
Tróndur Arge 1

Í morgin verður finalan kl. 16.30 føroyska tíð. Hondbóltssambandið í Andorra hevur uttan at boða londunum frá flutt finaluna frá kl. 16.00 til 17.30 lokala tíð. Føroyska ferðalagið hevur víst stóra ónøgd við hetta, tí hetta merkir, at Eirikur Simonsen ikki kann luttaka, tí hann skal flúgva úr Barcelona í annaðkvøld. Eirikur hevur royndir mánamorgun kl. 09.00 í Viborg. Her verður roynt at ávirka soleiðis at finalan verður flutt aftur til upprunaliga tíðspunkt, men enn hevur ikki borið til.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder