Ítróttur

U18: Flottur sigur á Finlandi

...

2014-07-03 15:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 So bragdaði aftur hjá U18 kvinnunum í European Open. Føroysku kvinnurnar vunnu ein flottan 27-20 sigur á Finlandi, eftir 15-8 í hálvleikinum.

Málskjúttar hjá Føroyum vóru: Marianna G. Eystberg 7, Brynja Høj 6, Tóra Eliasen 4, Gudrun R. Olsen 3, Marianna H. Jacobsen 3, Súsanna P. Nolsøe 2, Guðrið Poulsen 1, Guðrið á Borg 1

Føroysku kvinnurnar spæla millumrundu í dag, har tær kappast um plássini 13-18 í kappingini. Finland vann í gjár 26-24 á Litava, sum Føroyar skal spæla ímóti kl. 14.00 í dag. Vinna føroysku kvinnurnar tann dystin skulu tær spæla um 13-14 pláss í morgin móti antin Fraklandi ella Eysturríki. Støðan í bólkinum kann síggjast her: http://www.eurohandball.com/eopen/18/women/2014/round/1/Final+Tournament

Kelda: hsf.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder