Vinna

U17-landsliðið við dreingjum úttikið

...

2016-10-12 07:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Áki Johansen og Pól F. Joensen, landsliðsvenjarar, hava úttikið U17-hópin við dreingum, sum seinni í hesum mánaðinum skal til EM-undankapping í Luksemborg. Málið er at spæla seg víðari, siga venjararnir.

Sveis, Kekkia og Luksemburg verða mótstøðuliðini, tá U17-landsliðið við dreingjum dagarnar frá 21. til 26. oktober skal royna at spæla seg víðari til EM. Eingin ivi er um, at avbjóðingin er stór, men venjarar og spælarar fara undir uppgávuna við góðum treysti.

- Málið er hvørjaferð at spæla seg víðari úr undanbólkinum. Tað er tí vit fara avstað, sigur Áki Johansen, ið saman við Pól F. Joensen er venjari hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum.

- Vit halda, at vit kundu verið eitt sindur hepnari við lutakastinum. Men vit hava roynt hetta fyrr, og vita, at vit eru í veikara styrkisbólkinum og koma altíð at møta tveimum sterkum liðum, leggur hann afturat.

Áki greiðir frá, at Sveis er millum allarsterkastu tjóðirnar í Evropa, tá talan er um ungdómsfótbólt, meðan Kekkia liggur beint niðanfyri tey bestu. Venjarin heldur, at møguleikin helst hevði verið betri, um vit trektu Írland, Norður Írland, Wales ella Ísland.

Kappingin er skipað soleiðis, at tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki fara víðari. Umframt hesi, sleppa tveir teir bestu 3???ararnir eisini við til endaspælið.

Liðið er væl fyrireika
Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl til komandi avbjóðingina. Seint í fjør byrjaðu felags venjingarnar, og hesar hava hildið fram gjøgnum árið. Dreingirnir hava verið saman umleið tvær ferðir um mánaðan, tó ikki eins ofta, meðan føroysku kappingarnar hava verið í hæddini. Tað er nevniliga so, at flestu av dreingjunum spæla við fleiri aldursbólkum, og onkrir spæla eisini í 1. deild. Og so eru tað eisini nakrir, ið sleppa at royna seg í EFFO-deildini.

- Í dag er tað tíbetur soleiðis, at teir flestu leikararnir spæla rættiliga nógvan fótbólt. Hesi tíðarskeiðini eru teir ikki tøkir hjá okkum, og vit mugu taka atlit til, at teir eru nokkso sperdir, sigur Áki Johansen.

U17-liðið hevur havt nógv at gera í ár. Í mai mánaða tók liðið lut í menningarkapping í Lettlandi, og fyrst í august var Norðurlandameistaraheitið (NM) á skránni í Finnlandi. Áki er sera væl nøgdur við árið sum heild.

- Kappingina í Lettlandi brúka vit í stóran mun til at síggja, hvørjir spælarar standa seg á altjóða støði, og tað gera vit partvís eisini til NM, sigur Áki.

Í Lettlandi hevði liðið ávísar trupulleikar við spælinum frammi á vøllinum, meðan tað hinvegin gekk betri til NM-kappingina í Finnlandi, har okkara skoraðu í trimum av fýra dystum. Í fyrstu royndini var føroyska U17-liðið nær við at koppa Svøríki, men í seinastu minuttunum megnaðu sviar at venda einum hóttandi tapi til sigur. Síðani tapti føroyska liðið 3-1 fyri Íslandi, meðan seinasti dysturin í bólkaspælinum, sum var ímóti Montenegro, endaði við javnleiki 1-1.

Plaseringsdysturin um 7. plássið í kappingini endaði við 1-0 sigri til Kypros. Men sambært vanjaranum var tað mestsum eitt undur, at føroyska liðið ikki skoraði okkurt mál og vann ímóti kypriotum.

- Vit komu væl frá kappingini, og vóru væl við í øllum dystunum. Vit skora í hvørjum bólkadysti, og vit hava bóltin lutfalsliga nógv, sigur Áki Johansen.

- Vit eru nú ein nokkso væl samanspæld eind. Dreingirnir eru væl fyrireikaðir, og tað skal so ikki vera nøkur umbering til EM-undanspælið, leggur hann at enda afturat.

Teir 18, ið venjararnir hava úttikið, eru hesir:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Gundur E. Petersen, Valur (ICE)
Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur
Fróði P. Rasmussen, B36
Magnus Holm Jacobsen, B36
Hanus Sørensen, HB
Sølvi Sigvardsen, NSÍ
Stafan Radosalevic, TB
Lukas G. Giessing, FC Midtjylland (DEN)
Jógvan Petersen, HB
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Dann Fróðason, 07 Vestur
Filip í Liða, AB
Tórur Jacobsen, KÍ
Símun Sólheim, HB
Sveinur Lava Olsen, HB
Steffan A. Løkin, NSÍ

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder