JN

Tyrlan hevur gjørt tveir sjúkraflutningar í dag

...

2017-10-26 20:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tvær ferðir í dag hava boð verið eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways.

Klokkan 10:00 í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at eitt fólk á Stóru Dìmun mátti flytast á Landssjúkrahúsið. Klokkan 10:42 lendi tyrlan við Landssjúkrahúsið við persóninum.

Aftur klokkan 13:30 vóru boð eftir tyrluni, tá ið eitt fólk á Sandoynni mátti flytast á Landssjúkrahúsið. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 14:06.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder