Mentan

Tvørlistalig leiklistasmiðja á Tjóðpallinum

...

2020-06-07 11:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ja eisini eftir ???Godot??? - sum nú verður gjørdur til útvarpsleik og øðrum verkætlanum, ið eru settar í bíðistøðu - hevur Tjóðpallurin verið karmur um eina serstaka leiklistasmiðju.


Eftir ætlan skuldu venjingarnar til triðju verkætlanina í ár verið í gongd nú, men sum við øðrum flest er Tjóðpallurin eisini raktur av Koronaavmarkingunum.
Í løtuni skuldu venjingarnar verið í hæddini til ein leik, ið byggir á filmstriologiinina hjá Roy Andersson: ???Sånger från andra våningen???, ???Du levande??? og ???En duva satt på en gren och funderade på tillvaron???, við norska leikstjóranum Torfinn Nag. Eftir ætlan verður farið undir hesa verkætlan, so skjótt sum til ber.

Harumframt verður eisini arbeitt við øðrum verkætlanum, eitt nú einum barnaleiki, einum nýskrivaðum leikverki og enn einum samstarvi við føroyska operakompaníið Opera.fo.

Tjóðpallurin hevur tó tikið broyttu umstøðurnar sum eina avbjóðing og valt at arbeiða við sjónleiki í nýggjum og øðrvísi hami. Laura Joensen hevur gjørt leikin ???Logi, logi eldur mín??? til ljóðmynd. Annfinnur Heinesen hevur lisið bókina ???Míni leikapetti??? eftir Eyðun Johannessen inn sum sjónvarpsupplestur. Og klassikarin ???Meðan vit bíða eftir Godot??? eftir Samuel Beckett, ið varð framførdur á Tjóðpallinum í 2011, verður nú gjørdur til útvarpsleik.

Tvørlistalig leiklistasmiðjaNýggjasta verkætlanin er ein tvørlistalig verksmiðja, har Tjóðpallurin hevur savnað listafólk innan ymsar listagreinar. Við hesi verksmiðju hevur Tjóðpallurin sett ymsum listafólkum stevnu við avbjóðingum ið bróta frá teirra vanliga arbeiðshátti:

Rithøvundar, ið eru vanir at skriva bøkur, stuttsøgur, teigar og yrkingar, hava skrivað einarøður til pall, sum leikarar, ið einamest hava framført á palli fyri áskoðarum í salinum, hava tulkað og framført framman fyri einum sjónbandsupptøkutóli og myndatakararnir hava loyst spennandi uppgávuna at samantvinna palllist og filmslist.

??rslitið av hesi tvørlistaligu verksmiðjuni verður í næstum at síggja á heimasíðu Tjóðpallsins.

Tey, ið hava skrivað eru Trygvi Danielsen, Marjun Syderbø Kjelnæs, Carl Johan Jensen, Dagfinn Olsen, Sólrun Michelsen, Oddfríður M. Rasmussen, Armgarð Arge, Steintór Rasmussen og Oddvør Johansen.
Leikarar og leikstjórar eru Laura Joensen, Hjálmar Dam, Birita Adela Davidsen, Hans Tórgarð, Nicolaj Falck, Kristina Sundar Hansen, Annfinnur Heinesen, Barbara Hentze í Stórustovu og Páll Danielsen.
Staðið fyri upptøkum og eftirviðgerð hava Bjørg Mohr Andersen, Rúni Friis Kjær og Jónfinn Stenberg.

So meðan vit bíða, bíða vit ikki ???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder