2013-08-04 05:51
Vit hava frætt frá grønlendska trolarinum Tuugaalik í kvøld - Tuugaalik roynir eftir makreli í grønlendskum sjógvi, nær íslendska markinum, teir hava fiskað í 10 dagar og hava uml. 300 tons av heilfrystum makreli í lastini. Tuugaalik lastar uml. 800 tons.
Teir siga, at tvey onnur grønlendsk skip eru á feltinum og eisini okkurt russiskt og okkurt kinesiskt skip eru á leiðini og fiska makrel.
Tað eru 6 føroyingar við Tuugaalik, skipari er Regin Hendriksen úr Sandavági.
Sunnudagur - 4. august. Tuugaalik siglir til Reykjavíkar at lossa og skifta fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald