Vinna

Turt gólv á Fiskamarknaðinum

...

2013-08-06 16:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í morgun er eingin fiskur á uppboðssøluni - Línuflotin liggur, djúpvatnstrolararnir eru á makrelveiðu, pørini eru tey flestu antin á gulllaksinum ella makrelinum, so tað er ikki nógv roynd eftir botnfiski í løtuni.


Friday, 02 August 2013

Samandráttur:

Línuskip: Tvey skip eru á Flemish Kap, koma kanska aftur síðst í vikuni. Ein er farin djupt at fiska svartkalva og ein annar fer helst út um vikuskiftið, helst á ryggin. Restin av línuflotanum hava lagt fyri eina tíð fyri at gera ymiskar ábøtir nú summarferia er í hásæti hjá virkjum og skipum.

??tróður. Streymurin verður hampuligur og veðri verður eisini hapuligt, so helst verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa ein blanding av toski, hýsu og hvítingi. Onkur er eisini, sum roynur eftir kalva.

Djúpvatnstrolarar: Allir eru farnir at fiska makrel

Partrolarar: 4 pør fiska upsa, eitt par fiskar svartkalva og kongafisk, 3 pør fiska gulllaks og 2 pør fiska makrel. Vit vantað at eitt, møguliga tvey pør við upsa mánadagin og so verða hinir síðst í vikuni

Trolbátar:  Trýggjir trolbátar koma inn mánadagin. Ein av landleiðini, ein blanding av toski og flatfiski og so hava hinir báðir mest av toski, hýsu, reyðsprøku og upsa. So kemur ein trolbátur helst inn síðst í vikuni, mest tosk og hysu.

Garnaskip: Eitt garnaskip kemur helst at landa svartkalva síðst í vikuni. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva. Tey frysta umborð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder