Samgongan hevur á fundi í dag umrøtt, hvussu farast skal víðari í tunnilsmálinum. Umframt uppskotið hjá landsstýrismanninum í innlendismálum eru fleiri onnur lógaruppskot um undirsjóvartunlar løgd fyri tingið. Staðfestast má, at tað er ivasamt, um meiriluti er fyri nøkrum av hesum lógaruppskotum.
Skal Eysturoyartunnilin gerast veruleiki, er neyðugt at viðgera tunnilsmálið av nýggjum.
Sum fyrsta stig fara formenninir í samgonguflokkunum saman við landsstýrismanninum í innlendismálum at viðgera støðuna og leggja til rættis eina tilgongd, ið kann bera á mál. Í viðgerðini verður eisini lagt upp fyri tí tilgongd, ið ein politiskur bólkur við samgongu- og andstøðulimum, er í gongd við viðvíkjandi Suðurleiðini.
Við í viðgerðini vera embætisfólk umboðandi Landsverk, Innlendismálaráðið, Vinnumálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Løgmansskrivstovuna.
Uppskot til loysn verður eftir ætlan klárt um tvær vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald