2019-01-04 22:12

Tummas T. og Tróndur í Gøtu, sum báðir hava verið til makrelfiskiskap vestur úr Hetlandi, sigla heim.
Tummas T. kemur á Tvøroyri kl. 6 í morgin, teir hava 1.100 tons, teir sleppa at landa beinanvegin teir koma inn.
Tróndur í Gøtu kemur eitt sindur seinni á Tvøroyri, teir hava 1.700 tons.
Vit hava tosað umborð á bæði skipini fyri løtu síðan, teir søgdu, at teir frá føroysku mynduleikunum fingu boð seinnapartin í dag, um at gevast at fiska.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald