Vinna

Tummas T. og Høgiklettur landa sild á Kollafirði og Tvøroyri

...

2013-11-10 03:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tummas T. kom á Kollafjørð um 21-tíðina í kvøld við 1.100 tonsum av sild, sum verður landað til Faroe Pelagic. Í løtuni landar Jupiter, teir verða liðnir á miðnátt og tá sleppir Tummas T. framat.

Høgiklettur siglir eisini inn, teir hava uml. 800 tons, Høgiklettur fer á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri beint áðrenn miðnátt. 

Tróndur í Gøtu landar í løtuni á Tvøroyri, Høgiklettur byrjar at landa beinanvegin liðugt er at landa Trónda í Gøtu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder