2018-12-11 17:35

Tróndur í Gøtu siglir heim undan Hetlandi, har teir hava verið til makrelfiskiskap, teir hava roynt tætt vestur úr Foula.
Tróndur skal landa til Pelagos í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði kl. 2 í nátt og sleppa framat at landa beinanvegin teir koma inn.
Vit á JN.fo hava fyri løtu síðan tosað umborð, teir siga, at tað er góður makrelur skipini fáa, støddin liggur um 400 gramm.
Tróndur í Gøtu hevur fiskað 800 tons henda túrin.
Norðborg, Finnur Fríði og Fram royndu um somu leið sum Tróndur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald