2014-02-14 04:13
Svartkjaftaskipini Tróndur í Gøtu og Fagraberg fóru í kvøld at sigla inn - hvør við 1.300 tonsum.
Tróndur í Gøtu landar á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri kl. 01 í nátt og byrja at landa beinanvegin teir koma inn.
Fagraberg landar í Fuglafirði, teir veða á Fuglafirði seint í nátt.
Bæði skipini fara til Íslands á lodnufiskiskap tá ið liðugt er at landa - Í løtuni eru Jupiter, Norðborg og Finnur Fríði til lodnufiskiskap við Ísland.
Nú er bara Slættaberg á svartkjaftafeltinum sunnanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald